Ups, Flekk gloymdi okkurt


Flekk svevur hjá vini sínum er heitið á nýggju bókini um hundin Flekk, sum flestu føroysk børn munnu kenna.

Hesuferð sleppur Flekk at sova hjá vini sínum Sørin. Brádliga varnast Flekk, at hann hevur gloymt eina tasku eftir heima. Lukkutíð kemur mamman við taskuni. Hvat tað var, sum var í taskuni, fara vit ikki at avdúka. Tað goymir seg sum vant aftanfyri ein klaffa í Flekk bókini.

Í januar mánað fekk høvundurin Eric Hill høgt metta OBE heiðurin fyri sínar bøkur um Flekk.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur út Flekk svevur hjá vini sínum.