Upsafiskiskapurin broytist einki

Meðan sagt verður frá góðum toska-og hýsufiskiskapi, broytist upsafiskiskapurin einki og er framvegis smáligur.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, og trý pør fiska gulllaks. Upsaskipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at upsafiskiskapurin framvegis er smáligur.

- Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Ein landar í vikuni, sum kemur og hin, sum nýliga er byrjaður túr, landar helst ikki fyrr enn í aðru viku. 

Lagt verður aftrat, at teir smáu trolbátarnir fiska á landleiðini. Teir fáa mest av toski og flatfiski. Ein kemur inn at landa mánadagin, og hinir koma seinni í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt ísar. Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.