Upsafiskiskapurin broytist einki

Allir teir smáu trolbátarnir liggja, men væntandi loysir onkur, tá veðrið batnar.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og væntandi koma tey flestu inn at landa í næstu viku.

 

- Upsafiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski. 

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tvey partrolarapør fiska gulllaks.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir fiska í bretskum sjógvi og koma inn at landa fyrst í næstu viku. 

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju, men væntandi loysir onkur, tá veðrið batnar.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. 

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska havtasku. Tey hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.