- Fýra partrolarapør fiska upsa, og tey fáa eisini nakað av hjáveiði. Upsafiskiskapurin er smáligur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey partrolarapør eru á gulllaksaveiði.
Nú vita vit ikki, um nýggi Eysturbúgvin hevur loyst, men teir fara so eisini á gulllaksaveiði í vertíðini.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á kongafiskaveiði og kemur inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.
- Og ein frystitrolari fiskar svartkalva, verður lagt aftrat.
Fýra trolbátar eru ella hava verið norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.
- Vit rokna við, at tríggir trolbátar landa hesa vikuna. Hin fjórði landar í næstu viku.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku.
- Øll fýra garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap og øll landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.