Úr B36 til B68: Hetta er tað rætta fyri meg nú

Betri deildi menn: Ragnar Samuelsen hevur skift frá B36 til B68

B68 boðar í dag frá, at Ragnar Samuelsen hevur skift til felagið frá B36. Tað hevur leingi ljóðað at stríðsmaðurin er á veg til Toftir, har hann væntast at fáa ein størri leiklut á liðnum enn í B36.

 

- Hetta kennist sum tað rætta at gera beint nú, og eg eri spentur uppá tað, sum B68 hevur gongd í. Samstundis hevur tað eisini talt upp, at sleppa at arbeiða saman við Jákupi aftur, sigur Ragnar Samuelsen í stuttari viðmerking á Facebook uppslagnum hjá B68.

 

Undan honum er Alex Mellemgaard komin úr B36, tó at hann ikki hevur spælt nakað serligt við besta liðnum í ár. Gilli Samuelsen og Hugin Samuelsen hava saman við Róa M. Hentze spælt við fyrst B36, og síðani B68.

 

Á venjarabonkinum hevur Jákup á Borg gjørt ein trý ára sáttmála við B68 eftir kappingarlok, og undan honum vóru bæði André Olsen og Allan Tungá í venjaratoyminum. Teir hava allir arbeitt saman í B36.

 

Hingartil er einasta frágongdin Aiden Liu, sum fer aftur til Vejle BK.

 

##med2##