Jórunn Jónsdóttir starvast fyri ensku ferðaskrivstovuna All Iceland, ltd. Endamálið hjá teimum er at fáa bretar at ferðast til Íslands. Jórunn er tó follin fullkomiliga fyri Føroyum.
- Eg ivist ikki í, at bretar høvdu forelskað seg í Føroyum, eins og eg, um teir vistu um Føroyar, sigur Jórunn Jónsdóttir. Eg havi júst sent mínar fyrstu kundar til Føroya og teir vóru fullkomiliga bergtiknir.
Jórunn Jónsdóttir sigur, at fleiri av teirra ferðafólkum halda, at Ísland er um at gerast ov professionelt.
- Í Føroyum møtir ein tí vanliga fólkinum, teimum lokalu. Í Íslandi er meiri ella mini øll ferðavinnan vorðin ein stórídnaður, sigur hon.
Jórunn Jónsdóttir sigur, at hóast Ísland sjálvandi hevur nógv vøkur støð at bjóða, so er tað nakað heilt annað í Føroyum. Hon vísir á, at í Íslandi eru vøkur støð, men ein má koyra til tey, fyri at síggja tað vakra. Á veg hagar kanst tú koyra í tímavís, uttan at landslagið broytist nakað serligt.
- Í Føroyum er náttúran beint har. Alla tíðina, alla staðni. Hvørja ferð, tú fert um eitt sving á vegnum, so broytist útsýni til nakað heilt annað, sigur hon.
- Hvussu skal eg lýsa ta kensluna, ein fær, tá ein kemur til Mykinesar við báti. Ella Mykines yvirhøvur. Stressaðir London-búgvar kunnu als ikki ímynda sær eina bygd og eitt samfelag sum Mykines, sigur Jórun Jónsdóttir.
Hon sigur, at tað er soleiðis, hon roynir at selja Føroyar. Hetta er staðið tú fert, fyri at slappa av. Her sleppur tú at uppliva, hvussu fólk gera ting saman. Tey dansa saman, tey binda saman, tey liva saman. Og alt er so róligt og so avslappað og øll hava tíð, góða tíð, og tann ferðandi fær møguleikan at kobla av.
Jórun Jónsdóttir sigur, at tað er harmiligt, at Atlantic Airways leggur London-rutuna niður, men at tað hóast hetta ikki er verðins undirgangur.
- Vit hava selt ferðir úr London til Føroya til Ísland og aftur til London. Nú mugu vit leggja ein flogtúr afturat inn í pakkan, so tað verður London, Ísland, Føroyar, Ísland, London. Tað er harmiligt, men tað verður har við. Og vónandi klára vit at menna og gagnnýta rutuna úr Aberdeen til Føroya eisini, sigur hon at enda.