Urgukonsertir við Jóannes Nolsøe

Vágbingurin Jóannes Nolsøe heldur 4 urgukonsertir í Føroyum í summar.

Síðani í september í 1997 hevur Jóannes starvast sum urguleikari í Hulsig og í Skagen í Norðurjútlandi. Urguleikaraútbúgvingina tók hann í Keypmannahavn og í Tróndheimi í Noregi. Hann hevur eisini tikið lut á urguskeiðum í tíðini, hann hevur búleikast í Danmark.
Konsertskráin á Føroyavitjanini fevnir um barokktónleik, wienarklassiskan tónleik og tónleik úr okkara tíð.  Nú Mozartárið er hálvrunnið kann nevnast, at hansara tónleikur eisini er umboðaður á skránni. Jóannes Nolsøe leggur fyri við urgukonsert í F-dur (Op. 4) hjá G. F. Händel, skipað fyri urgusolo. Úr skránni kann eisini nevnast verkið variasjónir yvir norska fólkalagið »Å, hvor salig det skal blive«.
Konsertirnar verða hildnar á hesum støðum: 20. juni kl. 20.00 í Sandavágs kirkju. 22. juni kl. 20.00 í Vágs kirkju. 29. juni kl. 20.00 í Vesturkirkjuni. 2. juli kl. 16.00 í Fuglafjarðar kirkju.