Komandi vikuskifti kemur enski urguleikarin Richard Brasier til Føroyar og steðgar til komandi mikudag.
Skráin er umfatandi á ferðini. Umframt konsertir og undirvísing, verður masterclass, sangkvøld og fyrilestur um enskan tónleik og urgur frá 16 - 20 øld - frá tónaskaldunum Tomas Tallis (f. 1585) til Kenneth Leighton (f. 1929).
Mánadagin undirvísir Richard næmingum í Havnar kirkju og hevur serligt sangkvøld í Glyvra kirkju við enskum løgum til føroyskar sálmar. Týsdagin er opin verkstova (masterclass) í Vesturkirkjuni, har næmingar og urguleikarar kring landið spæla stykkir av hansara verklista. Fólk eru vælkomin at lýða á.
Konsertskráin er sera fjøllbroytt við denti á enskan tónleik. Undantikið Bach eru verkini frá 1500 eftir Tallis, Byrd, Gibbons, Stanley og Purcell og av nýggjari dato eftir Stanford, Howell og Bussey.
Yvirlit:
Leygardag 16. apríl kl 11:30, Havnar kirkja - Matiné - (í smb við aðalfund í Urguleikarafelagnum)
Leygardag 16. apríl kl 13:30, Havnar kirkja - fyrilestur um tónleikaverk og urgur
Sunnudag 17. apríl kl 16:00, Fuglafjarðar kirkja - konsert
Sunnudag 17. apríl kl 20:00, Miðvágs kirkja - konsert
Mánadag 18. apríl kl 19:30, Glyvra kirkja - sangkvøld við enskum løgum til føroyskar sálmar
Týsdag 19. apríl kl 19:00, Vesturkirkjan - opin masterclass
Richard Brasier er føddur í 1988 og hevur holla útbúgving frá Royal Academy of Music í London. Hann hevur fast starv sum Director of Music í St Laurence Parish Church, Upminster. Hóast ungur hevur hann spælt, sum solistur og kamartónleikari í Onglandi og Týsklandi og hevur studerað urgubygging í Hollandi.
Tiltakið er fyriskipað og stuðlað av Urguleikarafelagnum, Tórshavnar Musikkskúla og kirkjunum har spælt verður. Samskipari er Gudmund Mortensen, sum til dagligt virkar sum organistur í Dómkirkjuni og í musikkskúlanum og er útbúgvingarleiðari fyri PO-undirvísing í Føroyum.