Leygarkvøldið 24. apríl verður Uriah Heep kvøldið, ið var hildið á Tvøroyri herfyri, endurtikið í Vestmanna.
Tað er bólkurin Deiggj, sum skipar fyri, og teir siga, at Uriah Heep eiga eitt ótal av fjepparum í øllum aldri her á klettum og er eitt av teimum orkestrum, ið megnar, ikki einans at varðveita, men eisini framhaldandi leggja afturat sínum fjepparaskara.
- Tónleikur teirra er tíðarleysur og sæst hetta eisini í øðrum londum kring okkum. Eisini í Føroyum er tónleikurin hjá Uriah Heep aktuellur og tíðarleysur. Hetta sóðu vit m. a. í mars mánaði, tá ið Deiggj hevði eitt Uriah Heep kvøld á Seglloftinum á Tvøroyri. Umframt løgmann Kaj Leo Johannesen komu nógv fólk suður norðanífrá at hugna sær og dyrka Uriah Heep slagararnar. Fólk vóru so bergtikin og vælnøgd við kvøldið, at heitt varð á Deiggj um at koma til Vestmanna við einum líknandi kvøld í Vestmanna, sigur bólkurin Deiggj á Facebook.
Menninir í Deiggj siga, at teir við hesum hava ta stóru gleði at kunna bjóða vestmenningum, føroyingum og Heep-fjepparum sum heild, til eitt ógloymandi kvøld á Bryggjuni í Vestmanna.
- Kvøldið verður fyriskipað sum eitt hugnakvøld við lekrari Carvery buffét frá Gundur Nielsen. Borðhaldið byrjar kl. 21 og dyrnar lata upp ein hálva tíma áðrenn. Undir borðhaldinum er møgueliki at síggja nakrar ljósmyndir frá søguni hjá Uriah Heep, og eisini frá túrinum hjá Deiggj til Heepvention í Spanien Finnlandi, skrivar Deiggj.
Aftan á boðhaldið verður konsert sum byrjar kl.23.00.
Manningin í Deiggj er Dennis Lave -sang, Páll Lave, guitar og kór, Pætur Dam, hammond og tangentar, Fróði Vestergaard, guitar og sang, Sverri Heinesen, bassguitar og kór og Rani H. Christiansen á trummum. Leygarkvøldið 24 apríl verða framførd 20 meira og minni kend Uriah Heep løg.