Uros skal skjóta Skála úr botninum

Seinnapartin verður lyklauppgerð í botninum, tá ið B68 verður gestur undir Mýruhjalla

Støðutalvan sigur, at Skála og B68 eru undir niðurflytingarstrikuni, og at tað er langt fram til áttanda plássið, sum skal røkkast, um tað skal eydnast at sleppa undan niðurflyting.

 

Tá ið liðini hittust á Svangaskarði 13. mars var úrslitið 2-2. Hetta var ein av fimm javnleikum hjá Skála, sum framvegis ikki hevur vunnið fulla úrtøku. B68 hevur vunnið ein dyst og umframt ímóti Skála eina aðru ferð spælt javnt.

 

Tað er nógv vatn runnið í ánna, síðani uppgerðina á Svangaskarði fyri einum fjórðingsári síðani.

 

Jákup á Borg er nýggjur venjari á Toftum, og tað er nú luturin hjá honum at fáa spælararnar at arbeiða fyri søkini, so liðið kann sleppa úr botninum. Hjá B68 kemur tað væl við, at málverjin Rói Mørk Hentze er tøkur aftur. U-21 landsliðsspælararnir Steffan A. Løkin og Aleksandur Ó. Jensen eru tøkir aftur, og Hugin Samuelsen er nýggjur í felagnum. Andri Benjaminsen og Lukasz Cieslewicz eru framvegis skaddir.

 

Nýggjur á Skála er Uros Stojanov, sum skálamenn vóna fer at umseta málmøguleikarnar til mál. Tað hevur higartil gingið illa at fáa nyttu úr møguleikum, sum liðið hevur spælt seg til.Tað kemur illa við, at Andreas Egeberg Jacobsen er skaddur.