Trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan, sigur, at tað eiga at vera palestinar, sum skulu gera av, hvør kemur at ráða í Gaza eftir kríggið.
Hann útilokar tó, at Hamas sleppur at halda fram sum higartil.
Í einari samrøðu við tíðindastovuna CBS í dag leggur trygdarráðgevin dent á, at tað slett ikki ber til at venda aftur til tíðina 6. oktober.
Hetta var dagurin fyri, at Hamas leyp á Ísrael, og 1200 fólk lótu lív, harav 380 av teimum deyðu vóru ísraelsk herfólk og løgreglufólk.
Øll hini vóru sivilfólk og harímillum børn.
Hamas hevur stýrt Gazageiranum, síðan valsigurin í palestinsku økjunum í 2006.
Jake Sullivan sigur í samrøðuni við CBS, at tað eigur at vera upp til palestinska fólkið at gera av, hvør skal stýra palestinsku økjunum.
Bæði USA og Ísrael hava sett Hamas-felagsskapin á lista yvir yvirgangsfelagsskapir.
Trygdarráðgevin hjá Joe Biden, forseta, sigur eisini, at USA eisini er partur av samráðingunum um gíslarnar, sum Hamas hevur, og her samstarvar USA við Ísrael og Qatar.
Sum skilst, eru vónir í dag um, at amerikansku gíslarnir verða fluttir úr Gaza einaferð í dag.
Í gjár varð ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, endurgivin fyri at siga, at núverandi palestinsku myndugleikarnir fáa ongan leiklut í Gaza, tá kríggið er liðugt.
Sambært tíðindastovuni, AFP, segði Benjamin Netanyahu soleiðis:
- Her má koma okkurt annað. Her kann eingin myndugleiki verða, sum lærir síni børn at hata ísraelar - at drepa ísraelar og týna statin, Ísrael, segði forsætisráðharrin.