Amerikanska uttanríkisráðið fer at góðkenna ein sáttmála um "venjing og uppihald" í sambandi við F-16 flogførini hjá Ukraina.
Sambært amerikanska verjumálaráðnum Pentagon er sáttmálin verdur einar 310 milliónir dollarar.
Fleiri evropeisk NATO-lond hava áður sent eldri F-16-flogfør til Ukraina at brúka í verju móti russiska hersetingarvaldinum.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.