USA góðkennir vápnasølu til Ísrael uttan um Kongressina

USA góðkendi í gjár eina sølu av háeksplosivum artillerílóðuri og aðrari útgerð til Ísrael fyri tilsamans 147,5 milliónir dollara, svarandi til eina slaka milliard krónur.

Ísraelskt lóður verður her tikið í nýtslu í syðra parti av Ísrael nærindis markinum til Gaza. Myndin er tikin 28. december. - Foto: Violeta Santos Moura/Reuters

Vápnasølan er góðkend undir eini bráðfeingisskipan, sum ikki krevur, at sølan verður góðkent í Kongressini.

 

Sama skipanin varð brúkt fyrr í desember til at góðkenna eina sølu av út við 14.000 120 millimetur patrónum til stríðsvognar hjá Ísrael.

 

Amerikanska uttanríkisráðið hevur mett, at »tað er ein neyðstøða, sum krevur sølu her og nú til ísraelsku stjórnina«.

 

Lóðursølan kemur úr vápnagoymsluni hjá amerikanska herinum, verður sagt úr uttanríkisráðnum í USA.

 

/ritzau/AFP

 

Ísraelskt lóður verður her tikið í nýtslu í syðra parti av Ísrael nærindis markinum til Gaza. Myndin er tikin 28. december. - Foto: Violeta Santos Moura/Reuters