USA leggur seg nú út í stríðið millum Georgia og Russland -Vit biðja Russland gevast við sínum flog- og rakettálopum á mál í Georgia, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, sambært tíðindastovuni Reuters.
Condoleezza Rice sigur, at Russland eigur at viðurkenna georgiska sjálvræðið og landsins yvirvaldsræði og at taka sínar hermenn av georgiskum lendi alt fyri eitt.
Í síðsta mánað sendi George W. Bush, forseti, uttanríkisráðharra sín til Georgia í einari roynd at eggja pørtunum til at finna eina friðarliga loysn, men vitjanin hevur eftir øllum at døma ikki borið frukt.