USA og Meksiko eru samd um at bíða ein mánað við nýggjum tolli

Donald Trump hevur tosað við forsetan í Meksiko og hevur avgjørt at útseta nýggjan toll á innfluttar vørur.

Meksiko og USA steðga við nýggjum tolli í ein mánað.

Tað er forsetarnir í londunum, Claudia Sheinbaum og Donald Trump, samdir um.

Í einum uppslagi á sosiala miðlinum X skrivar Sheinbaum, at hon hevði eitt gott prát við Trump.

Avtalan kemur bert fáar dagar eftir, at Trump leygardagin skrivaði undir eina fyriskipan, sum legði 25 prosent av tolli á vørur úr Meksiko. Grannalandið segði beinanvegin, at tollur fór at verða lagdur á vørur hinvegin beinanvegin.

Men tað er útsett fyribils, váttar Donald Trump á sínum sosiala miðli, Truth Social.

Steðgurin fær gildi beinanvegin, skrivar hann nú seinnapartin.

Trump sigur, at londini fara at halda fram við samráðingunum komandi mánaðin.

Avtalan kom, tí Meksiko hevur lovað at senda 10.000 hermenn til markið. Tað er fyri at forða fyri, at rúsevni - serliga fentanyl - koma til USA úr Meksiko, skrivar Claudia Sheinbaum.

Donald Trump leggur afturat í síni fráboðan, at økta hernaðarliga nærveran eisini fer at steðga fólkaflyting úr Meksiko.

- Hermenninir fáa serliga til uppgávu at steðga streyminum av fentanyl og ólógligum tilflytarum inn í okkara land, skrivar amerikanski forsetin á Truth Social.

Meksikanski starvsfelagi hansara nevnir ikki fólkaflyting sum eina uppgávu hjá teimum 10.000 hermonnunum.

 

Ritzau/Reuters