USA stríðist móti meslingum

Støðið á meslingasmittu í USA er oman fyri tað, sum tað var fyri alt árið í fjør.

Eitt skelti ávarar móti meslingasmittu við inngongdina til Cohen Children’s Medical Center í New York, har eitt barn fyri nøkrum døgum síðani varð kannað positivt fyri meslingar. (Arkivmynd). - Mynd: Shannon Stapleton

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Í tríggjar dagar eru 38 fólk afturat smittað við virusinum.

Í fjør vóru 285 smittutilburðir skrásettir í USA. Higartil er talið av smittaðum í ár 294.

Við fáum undantøkum eru tey smittaðu ikki koppsett móti virusinum, siga heilsumyndugleikarnir sambært Reuters.

Koppseting er tann mest effektiva verjan móti meslingum. Undir Covid-19 farsóttini kom mótstøðan móti koppsetingum fram í USA, og parturin av fólki, sum vórðu koppsett móti meslingum, minkaði, skrivar AFP.

/Ritzau/