USA tekur ábyrgdina

USA hevur í dag endaliga átikið sær ábyrgdina fyri, at eitt sjúkrahús hjá hjálparfelagsskapinum Læknar uttan landamørk varð bumbað hin 3. oktobur.

 

Í yvir ein tíma varð sjúkrahúsið bumbað sundur og saman av flogførum hjá amerikanska herinum. 30 fólk lótu lív og 40 vórðu særd í álopinum.

- Hetta var eitt syrgiligt mistak. Amerikanskir hermenn vildu aldrin vil vilja lopið á eitt sjúkrahús ella onnur vard støð, sigur John Campbell, generalur í amerikanska herinum og leiðari av hernaðarstyrkini í Afghanistan. Orsøkin til mistakið vóru menniskjaligir feilir, skipanarfeilir og tekniskt brek. John Campbell hevur handað amerikansku stjórnini eina frágreiðing à 3.000 síður um hendingina. Hann sigur, at teir persónar, sum vóru tættast knýttir at hendingini, eru frátiknir síni embæti.

 

Sambært hernaðarkeldum skuldi amerikanski herurin loypa á eina basu hjá Taliban í økinum. Teir litu tó ikki á tað kunning, teir fingu umvegis dátasamskifti og máttu tí peila seg inn á rætta málið eftir frágreiðingum hjá eygnavitnum. Tí varð sjúkrahúsið álopið heldur enn Talibanbasan.

 

Tó at fólk av sjúkrahúsinum og Læknum uttan Landamørk royndu at boða herinum frá, at hetta var eitt mistak, helt herurin á at bumba sjúkrahúsið í ein tíma.