USA tekur seg úr UNESCO á øðrum sinni

USA boðaði í dag frá, at landið fer úr UNESCO, sum er stovnurin hjá ST fyri útbúgving, vísindi og mentan.

Tað siga bæði Reuters og AFP frá.

USA vil sleppa úr UNESCO, tí felagsskapurin er ímóti Ísrael og stuðlar "splittandi" málum.

Tað sigur Tammy Bruce, talsmaður fyri uttanríkisráðið.

- Framhaldandi luttøka í UNESCO er ikki í tjóðaráhuganum hjá USA, segði hon.

Væntað varð, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fór at taka USA úr UNESCO, sum hann eisini gjørdi í sínum fyrsta valskeiði sum forseti.

Fyrrverandi forsetin, Joe Biden, fekk síðani amerikanska limaskapin endurstovnaðan.

Avgerðin um at fara úr felagnsskapinum aftur kemur í gildi seinast í desember 2026.

 

/Ritzau/