USA vann HM í íshokki

Svøríki vann á Danmark í bronsudystinum

 

Sunnudagin vóru HM-finalan og bronsudysturin í íshokki hjá monnum leiktir í Stokkhólmi í Svøríki.

 

 

Í finaluni vann USA aftaná ein sera málfátækan dyst 1-0 á Sveis í Globen í Stokkhólmi aftaná longda leiktíð. Tage Thompson syrgdi fyri sigursmálinum.

 

Talan er um fyrsta HM-gullið hjá USA síðani 1933.

 

Í bronsudystinum vann Svøríki 6-2 á Danmark, ið hevur havt sína bestu HM-kapping nakrantíð. Danmark stóð fyri aldarinnar sensasjón, tá teir í fjórðingsfinaluni vunnu 2-1 á favorittunum úr Kanada. Sigurin hevur givið endurljóð kring allan heimin.

 

Finnland bleiv nummar sjey, og Noreg bleiv nummar 12 í kappingini.

 

Svøríki og Danmark vóru vertstjóðir.