Usain Bolt skrivaði søgu

Usain Bolt vann í kvøld 200 metra renningina hjá monnum í OL leikunum í London. Hann er tann fyrsti rennarin, ið hevur endurvunnið bæði 100m og 200m renning í OL høpi.

 

Tað var stórur spenningur undan OL um Usain Bolt var komin yvir ein skaða, og um landsmaðurin úr Jamaika, Yohan Blake, kundi koppa favorittinum við longu beininum.

 

Usain Bolt hevur gjørt øllum gitinginum til skammar og í dag skrivar hann OL søgu, tá hann vann 200m renningina við tíðini 19.32. Næstir honum komu landsmenninir Yohan Blake og Warren Weir. Sostatt eigur Jamaika tríggjar teir skjótastu rennararnar á 200m teininum.

 

Usain Bolt er nú tann íðkarin úr Jamaika, sum hevur vunnið flest gull heiðursmerki í OL søguni. Fimm eru tey í tali. Hann er eisini við í 4x100m stafettini, har sigast má at Jamaika hevur ein góða møguleika at vinna eitt heiðursmerki afturat.