Út av lagi vánalig handfaring og handilssiður

Á Smyril Line eru tey so misnøgd við handfaringina hjá Vága Floghavn av tollfríu søluni, at tey hava kært Vága Floghavn til eigaran, Vinnumálaráðið

Á Smyril Line eru tey so misnøgd við handfaringina hjá Vága Floghavn av tollfríu søluni, at tey hava kært Vága Floghavn til eigaran, Vinnumálaráðið.

 

Og Smyril Line leggur ikki fingrarnar ímillum í kæruni til Johan Dahl:

 

– Vit fara við hesum at vísa okkara ónøgd við handfaringina av málinum í sambandi við, at P/F Vága Floghavn hevur bjóðað út raksturin av tollfríari sølu í Vága Floghavn. Eftir okkara meting er handfaringin so út av lagi vánalig, at vit halda at Vinnumálaráðið sum einasti partaeigari í P/F Vága Floghavn eigur at verða kunnað um gongdina.

 

Reiðaríið skrivar víðari: – Tit eru helst vitandi um, at P/F Vága Floghavn í september 2013 bjóðaði út nevnda rakstur. P/F Smyril Line rekur sum kunnugt tax-free sølu umborð á Norrønu, og vit hava tí góðan kunnleika til hendan rakstur. Vit vóru tí góðkendir at bjóða og valdu at fara í samstarv við  m. a. okkara samstarvsfelaga í sambandi við raksturin umborð, Heineman.

 

Síðan greiðir reiðaríið frá, at tey veruliga ynsktu sær at fáa avtaluna í lag og gjørdu tí eitt stórt fyrireikingararbeiði, har tey eisini høvdu samband við undirveitarar, soleiðis at tilboðið kundir verða nøktandi – bæði tá hugsða verður um konsept, og tá hugsað verður um fíggjarliga partin.

 

– Eftir at tilboðsfreistin var farin, varð farið at samráðast, og vit fingu at enda at vita, at okkara tilboð var best og varð av innstillingarbólkinum innstillað sum nummar eitt. Hereftir hava vit samráðst um sáttmála, og vit vóru av tí fatan, at klárt var at skriva undir.

 

– Fíggjarligi parturin av tilboðnum var, eftir tí vit hava skilt, munandi betri, enn Vága Floghavn hevði væntað. Tí undrar tað okkum stórliga, at felagið nú hevur tikið avgerð um sjálvt at fara undir at reka Tax-free søluna, skrivar Smyril Line í kæruni.

 

Smyril Line skrivar í kæruni, at tey standa eftir við eini fatan av, at tey av onkrari ósakligari orsøk eru frávald, og tey standa eisini eftir við eini rokning í sambandi við tilboðstilfari, sum er upp á nakrar hundrað túsund krónur.

 

– Hesar útreiðslur høvdu verið spardar, um vit beinanvegin fingu at vita, at vit ikki fingu avtaluna, og vit halda tí, at vit eiga at fáa eina nøktandi frágreiðing um, hví vit ikki fáa sáttmálan.

 

At Vága Floghavn – fyri sjálv at taka sær av uppgávuni – er farin eftir undirveitaranum hjá Smyril Line heldur Smyril Line vera so langt uttan fyri mark fyri, hvat kann metast at vera góður handilssiður, at tey kenna seg noydd at kunna landsstýrismannin, sum varðar av felagnum.

 

Lesið eisini: Tók undirveitara frá Smyril Line

 

Vit hava meira um málið her á in.fo seinni í dag.