Sambart bretsku ráðgevarafyritøkuni Wood McKencie verður fyrsta føroyska útbjóðingin til oljuleiting ikki fyrr enn móti endanum av 98. Í eini spildurnýggjari frágreiðing sigur fyritøkan, at ein føroysk útbjóðing er vorðin seinkað so mikið, at oljufeløgini verða at bíða til endan av 98, áðrenn tey fáa høvi at bjóða.
Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Arna Poulsen ella løgmanni, men teir vóru ikki at hitta.