Útboðspolitikurin hjá Tórshavnar kommunu eigur at rættast nakað

Útboðspolitikurin hjá Tórshavnar kommunu eigur at rættast nakað, fyri at fevna fleiri fyritøkunum í kommununi og teirra tænastum.

innkeyps-og-útboðspolitikkur-fyri-vørur-og-tænastur.pdf (torshavn.fo)

 

Niðanfyri eru nøkur punkt úr Innkeyp og útboðspolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu endurgivnir í hesi skrift. Og míni tilmæli um broytan í hesum politiki, síggjast í vanligari skrift.

 

· Keyp úr kr. 50.000 upp í kr. 800.000: Minst tvey tilboð skulu umbiðjast

 

Bert at biðja um tilboð frá tveimum fyritøkum er ov lítið, og eigur hetta at økjast til minst fýra skikkaðar fyritøkur, um hesar eru tøkar í kommununi.

 

· Keyp úr kr. 800.000: Skulu bjóðast út, men við ávísum undantøkum 1

 

1 Hesi undantøk kunnu td. verða tá einkarstøður gera seg galdandi, um bert ein veitari finst sum umboð fyri ávísa skipan, um veitarar ella vørur/tænastur ikki lúka ávísar góðkenningar ella ásett krøv, um tað ikki svarar seg fíggjarliga, at fara undir eina útboðstilgongd ella um lógaráseting forðar fyri útbjóðing.

 

Um hetta ikki verður lýst/bjóða út, so at hinar fyritøkur kunnu síggja útbjóðingartilfarið og tess krøv. Hvussu skulu tær so fáa eitt einfalt og lætt innlit í hesi krøv, soleiðis at hesar útihýstu fyritøkur kunnu menna seg á hesum øki til næstu útbjóðing?

 

· Útveitan (kappingarútsetan) Í samband við kappingarútsetan ella útveitan, ger kommunan meting av í hvønn mun tað er skynsamt, at útveita uppgávur og tænastur til privatar veitarar, við tí endamálið, at varðveita fokus á kommunala kjarnuvirksemi innanhýsis í kommununi. Kommunan skal tí eftirkanna sínar uppgávur í minsta lagi 3. hvørt ár fyri at meta um og gera raðfestingar av, hvørjar uppgávur hóskandi kunnu veitast út.

 

Júst hetta við Kommunalum kjarnuvirksemi má takast upp fyri at nágreina hvat liggur í orðinum “Kjarnuvirksemi”, og eigur hetta at gerast leypandi, eins og eftir hvørja nýggja býráðssetu. Og sjálvandi við viðring fyri sáttmálasettum starvsfólkum og øðrum sáttmálum á avísu økjunum.

 

· Tá støða skal takast til, hvør útboðsháttur verður brúktur, skulu atlit takast til:

 

1.     Kapping

 

2.     Fjøltátni í uppgávuni

 

3.     Bygnaðin á marknaðinum

 

4.     Umsitingarligu byrðuna, sum stendst av útboðnum

 

Til punkt 4.  Byrðan at umsita eigur ikki at viga stórvegis hjá Tórshavnar kommunu. Tí umsitingin eigur at fáa neyðugu orkuna til at umsita Innkeyp- og útboðsuppgávurnar nøktandi. Hetta so at álit frá fyritøkum í kommununi, heldur enn ivin myndar skipanina útattil.

 

· Ein fyrimunur við avmarkaðum útboði er, at eitt færri tal av fyritøkum skulu undir at gera tað umfatandi og kostnaðarmikla arbeiðið, sum krevst fyri at veita tilboð, serliga í samband við størri verkætlanir. Harumframt er talan um, at einans tær fyritøkur, sum veruliga hava førleikarnar at gera arbeiðið, eru við í metingini.

 

Hetta er ikki ein trupuleiki Tórshavnar kommuna eigur at hugsa um.

 

Og eiga allar fyritøkur sum kunnu hugsast at hava førleikar, eisini at vera við.

 

· Fyrimunir við avmarkaðum útboði er, at kommunan kann spara útreiðslur í samband við meting av tilboðum, av tí at talið av tilboðum, ið koma inn er avmarkað.

 

 Tað er meira umráandi at flest møguligar skikkaðar fyritøkur í Tórshavnar kommunu sleppa framat kappingini, at veita kommununi tænastur, heldur enn tað, at Tórshavnar kommuna skal spara umsitingar útreiðslur.

 

 

 

Bogi í Gil, valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.