Fríggjadagin 27/2 kemur nýggja fløgan hjá Eivør út - "Bridges".
Eivør verður í TUTLhandlinumí Havn og fer hon at spæla nøkur løg av nýggju fløguni. Eisini verður høvið at fáa autograf .
Tvey útgávutiltøk vera - kl. 16 og kl.17.
Eivør kemur júst aftur av konsertferð í Íslandi, har konsert hevur verið í Hørpu.
Ummælini av konsertini eru góð. Á myndini síggjast Eivør og manning á palli í Hørpu.