Útigudstænasta í Kvívík

Felags útiguðstænasta 2. hvítusunnudag í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi

 

Mánadagin 2. hvítusunnudag kl. 12.00 verður felags útiguðstænasta fyri alt prestagjaldið í prestagarðinum í Kvívík.

 

Vestmanna hornorkestur luttekur, Djóni Nolsøe Fischer spælir bass, og vit hoyra eina hvítusunnusøgu. Prestar eru Maria Jørðdal Niclasen og Steintóra Gleðisheygg Joensen. Kirkjuráðið í Kvívík bjóðar drekkamunn aftaná guðstænastuna. 

 

Ókeypis bussar fara frá kirkjuni úr Kollafirði og kirkjuni í Vestmanna kl. 11.30. Bussarnir koyra eisini heimaftur. Eingin guðstænasta er í hesum kirkjum henda dagin.

 

Vit heita á fólk um at lata seg væl í og hava okkurt við at sita á. Stólar eru tøkir til tey, ið hava tørv á tí. 

 

Um ikki viðrar verður guðstænasta í Kvívíkar kirkju. 

 

Kirkjuráðini í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi