Í kvøld verða útlendingamál á skránni á Norðuratlandsbryggjuni, og millum annað verður hugt eftir hvussu ein møgulig føroysk lóggava hevði sæð út hesum viðvíkjandi.
Tað hevur verið nógv kjak um útlendingamál í Europa seinastu árini, og hetta hevur eisini breitt seg til Føroyar. Útlendingamál í Føroyum verða enn umsitin í Danmark, men nú týsdagin var 1. viðgerð í Løgtinginum viðvikjandi at taka hetta málsøkið undir føroyskt málsræði.
Av hesum hevur keypmannanevndin hjá MFS valt at hava eitt tiltak á Norðuratlantsbryggjuni í kvøld, fyri at varpa ljós á hesi viðurskifti.
Forkvinnan í MFS, Anna Sofía Lava, sigur, at útlendingamál kunnu til tíðir virka fløkjaslig. Tað er ein lang mannagongd og nógv bureaukrati frá tá ið ein útlendingur søkir um arbeiðs- ella uppihaldsloyvi. Av tí at hetta málið er við í samgonguskjalinum, er tað eitt sera áhugavert mál at varpa ljós á.
Anna Sofía Lava heldur, at hugburðurin mótvegis útlendingum í Evropa seinatsu tíðina hevur ikki verið serliga jaligur.
- Nógv leggja útlendingar undir fyri vælferðatap, arbeiðsloysi o.s.fr. hugtakið "social dumping" er sera nógv frammi í kjakinum um útlendingamál, tískil er tað neyðugt at lýsa og kunna um hetta hugtakið, og møguliga fyribyrgja hesum í Føroyum, sigur Anna Sofía.
Í Danamark hava útlendingamál verið raðfest høgt á politisku skipanini. MFS heldur tí, at tað eisini er umráðandi at vit taka kjakið upp í føroyskum høvi og hyggja eftir, um núverandi skipanin er hóskandi til føroysk viðurskifti.
- Tað er umráðandi at ein slík lóggáva eisini kann eyðmerkja Føroyar, og føroysk virði, sigur Anna Sofía.
Av tí at útlendingamál fevna breitt, eru nógv ávirkaði av lóggávuni innan hetta økið, eisini í Føroyum. Eitt nú eru fleiri føroyingar, ið taka sær útbúgving uttanlanda og hava útlendskar makar. Eisini vísa tøl frá útlendingastovuni, at áhugin fyri at koma inn í Føroyar er vaksandi. Tí vanta og vóna MFS, at tað verður góð undirtøka fyri tiltakinum.
Meira kann lesast um tiltakið inni á facebook síðuni hjá MFS, og á bryggen.dk.