Útlendingar skulu gjalda tað sama sum føroyingar

Samgongan og leiðslan á Strandferðsluni tykjast at vera samd um eina prísskipan, har summi skulu gjalda meir enn onnur, einans grundað á tjóðskap. Eg skilji ikki reiðiliga hvussu Javnaðarflokkurin kann proklamera eina so ójavna skipan.

 

Fyri tað fyrsta er hetta bara skeivt.

 

Fyri tað næsta er skipanin púra óneyðug.

 

Fyri tað triðja rakar hetta eisini føroyingar 

 

Óneyðugt

Um ferðavinnan skal gjalda meir í kassan hjá Strandferðsluni, er fyrsta treytin at ferðafólkini brúka tænasturnar sum Strandferðslan veitir. Høgir prísir, vánalig tænasta og at gera mismun á fólki, tænir ikki akkurát hesum endamálinum.

 

Bussarnir hjá Strandferðsluni koyra við nógvum tómum setrum stórsta partin av degnum, eins og flestu skipini hava ov mikið av tómum plássum. Uppgávan er tískil at fáa ferðafólkini inn í bussarnar og inn í skipini teir túrarnar tað er pláss fyri teimum.

 

Sum vit kenna tað frá Atlantsflog, DSB, DeutcheBahn, SJ og helst øllum øðrum ferðafólkaflutningsfeløgum, verður hetta loyst við eini prísskipan sum er grundað á nýtslu. Túrar við fáum ferðafólkum eru bíligari enn túrar har plásstrot er. Eisini geva tílíkar skipanir avsláttur til teir kundarnar sum nýta tænasturnar nógv, ein minni avsláttur til tey sum brúka tænasturnar av og á, og ongan avsláttur til tey sum brúka tænasturnar lítið.

 

Í summum londum kunnu útlendsk ferðafólk keypa bíligt turistkort, sum geva atgongd til allar túrar, undantikið túrar í mestu ferðslutíð, har turistkortið ikki er galdandi.   

 

Loysnin skal altso finnast í eini prísskipan sum er grundað á nýtslu, og ikki í eini skipan sum ger mismum á fólki.

 

Rakar føroyingar

 

Fyrst og fremst kemur nýggja skipanin hjá samgonguni og Strandferðsluni at skapa keðiligar støður fyri starvsfólkini í ferðaseðlasølunum, har tey skulu taka støðu til tjóðskapin hjá fólki. Nær er man yvirhøvur føroyingur? Skal ein eldri føroyingur sum ikki ynskir/dugir at brúka Samleikan gjalda tað sama, sum ein útlendingur? Skal útlendski makin hjá einum føroyingi gjalda hægri prís enn makin? Hvussu við útisetum? Ella flóttafólki og útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum?

 

Eftir mínum tykki er hetta bara ein óneyðug forðing í at nýta Strandferðsluna.  

 

Og til onga nýttu.

 

Emil Biskopstø,

 

fíggjarfrøðingur