Útlendingarnir eru ikki nóg góðir

Tveir ungir víkingar skoraðu tíðliga í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin fingu víkingarnir tvey mál úr hornaspørkum

Mánakvøldið endaði tað við 5-0 heimasigri, tá ið AB var í Sarpugerði. Í dag var Víkingur inni í Vika á Argjum, og tað endaði við, at gestirnir fóru til hús við 4-0 sigri, sum ber viðsær, at Víkingur er á fjórða plássi við 20 stigum, og at AB er aftast við einum stigi.

 

Eftir dystarlok ásannaði AB hjálparvenjarin Morten Overgaard, at útlendsku spælararnir, sum eru í AB, ikki hava avrikað tað, sum teir í AB høvdu vónað.

 

-Tað er orsøkin til, at vit í dag høvdu seks argjamenn á liðnum. Tað er gott signal, at teir lokalu eru best skikkaðu spælararnir at manna besta liðið. At fleiri útlendskir spælarar sita á beinkinum sigur, at teir hava ikki avrikað tað, sum vit høvdu roknað við, at teir fóru at gera. Tað hava vit sagt teimum, og vit vóna, at teir næstu ferðirnar fara at avrika betur, enn teir hava gjørt, segði AB hjálparvenjarin Morten Overgaard eftir 4-0 heimatapið ímóti Víkingi í samrøðu við Televarpið.

 

AB hevur bara vunnið eitt stig, og støðutalvan sigur, at tað ber ímóti niðurflyting. Men hjálparvenjarin veit ikki, um felagið í summarsteðginum fer at styrkja seg við nýggjum spælarum.

 

-Burtursæð frá hesum báðum seinastu ferðunum, tá ið vit hava tapt stórt ímóti Víkingi, so hevur hugburðurin verið góður og tapini tepur. Stóri trupulleikin er, at vit ikki hava megnað at skora mál. Vit rokna heilt víst við, at gongdin fer at broytast, um tað gleppur við málskjótingini. Um talan skal vera um broytingar í spælarahópinum er nevndarspurningur. Vit – venjarar og spælarar – arbeiða nógv og miðvíst, og lagið undir venjing er framvegis gott, sigur Morten Overgaard.

 

Vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson legði Víking á odda í 10. minutti. Hann sneiddi seg leysan í vinstru og smekkaði til. Antonio Borelli í AB málinum hálvbjargaði, men bólturin støkk út aftur til Inga, sum skoraði.

 

Tríggjar minuttir seinni var tað vongverjin í høgru, sum økti um leiðsluna til 2-0. Géza Dávid Turi spældi fram í høgru til Signar á Brúnni, sum úr eitt sindur spískum hegnisliga lyfti bóltin í handara síðunetið.

 

Fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin økti Víkingur um munin til 3-0 og 4-0. Í báðum førum var tað eftir horna úr vinstru og ikki sannførandi AB verjuspæl. Í fyrra førinum var tað Martin Klein Joensen, sum skoraði, og í seinna førinum var tað innskifti Poul Kallsberg, sum skoraði.

 

  

 

AB- Víkingur 0-4 (0-2)

 

0-1: Ingi Jonhardsson

 

0-2: Signar á Brúnni

 

0-3: Martin Klein Joensen

 

0-4: Poul Kallsberg