Útlendingur er farin úr Vágum

Norski miðvallarin hjá 07 Vestur hevur verið skaddur í nógvar vikur

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í síðsta dystinum í 12. umfari í bestu landskappingini. Tað verður á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur fær vitjan av Skála. 07 Vestur er á áttanda plássi við 9 stigum, og Skála er saman við B68 undir strikuni við 5 stigum.

 

Harvið er talan um lyklauppgerð. Um Skála ikki hevur stig við sær til hús aftur – og helst trý stig – so vera Skála og B68 isolerað í botninum.

 

Norski miðvallarin hjá 07 Vestur Marius Hagen er givin í felagnum. Hann hevur mesta partin av árinum verið darvaður av skaða í fótinum, og nú er greitt, at hann kemur ikki aftur úr Noregi. Marius Hagen spældi seks dystir við 07 Vestur síðsta summar. Í ár var hann tvær ferðir á liðnum. Í triðja umfari, tá ið úrslitið á Skála var málleysur javnleikur, og í fjórða umfari tá ið 07 Vestur 3. apríl tapti 3-0 við Margáir.

 

Hjá 07 Vestur er Jóannis á Steig leikbannaður, og fimm spælarar eru á skaðalistanum – Mads Skøtt Winther, Sølvi Egilsson, Ári Arge, Hákun Edmundsson og Dann Fróðason.

 

Hjá Skála eru framrættaðu Andreas Egeberg Jacobsen og Dávid Johansen skaddir.

 

07 Vestur – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00.