Útlendska virksemi lønar seg

BankNordik sigur, at tað er virksemi uttan fyri Føroyar, ið stendur fyri meginpartinum av yvirskotinum

2014 hilnaðist væl hjá BankNordik, sum hevði 157 milliónir krónur í yvirskoti, samanborið við 107 milliónir árið fyri, sum svarar til ein vøkstur í rakstrarúrslitinum upp á 47 prosent.

 

Bankin boðar í dag frá, at úrslitið er hægri enn væntað eftir framgongd, serstakliga í Danmark, og meira enn helvtin av úrslitinum stavar frá virksemi uttan fyri Føroyar.

 

Janus Petersen, stjóri, var gestur í tíðundunum á Rás 2 á miðdegi. Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Janus Petersen.

 

Eftir stóru rentulækkingarnar verður virðið á goodwill niðurskrivað við 250 milliónum krónum, sum onga ávirkan hevur á virksemi, gjaldføri ella solvens.

 

Eitt so gott úrslit ger eisini, at tað dryppar burturav til partaeigararnar, og mælt verður til, at vinningsbýtið verður 20 milliónir krónur.

 

Orsakað av sera lága rentustøðinum hevði BankNordik seks prosent minni rakstrarinntøkur enn árið fyri, men bankin hevur allíkavæl megnað at skert útreiðslurnar seks prosent.

 

Talið á starvsfólki var 506 við ársskiftið, samanborið við 523 árið fyri og 612 fyri bara trimum árum síðani.