Útlendskur glastrevjabátur keypir allan fiskin undir Føroyum

Fólkaflokkurin vil ikki vita av eini uppboðssølu av fiski

- Ein útlendskur glastrevabátur keypir øll fiskirættindini.

 

Tað er ræðumyndin hjá Fólkaflokkinum, nú tosað verður um at nýskipa fiskivinnuna.

 

Flokkurin vónar, at tað eydnast samgonguni at semjast um eina fiskivinnunýskipan.

 

Men spurningurin er um Sambandsflokkurin saboterar hetta arbeiðið, sigur Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á løgtingi.

 

Hann vísir á, at Sambandsflokkurin heldur fram at gera feilur og seinasti feilurin er, at nú er flokkurin farin at tosa um eina uppboðssølu av fiski.

 

Han vísir á, at Fólkaflokkurin var trygdin fyri, at tilfeingisgjøldini ikki eru nógv hægri, enn tey eru.

 

Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin vil hava greiðar ásetingar um, hvussu nógvur fiskur skal avreiðast í Føroyum og greiðar ásetingar um útlendskan eigaraskap.

 

Fólkaflokkurin vil hava tað, tey kalla tryggar karmar fyri fiskivinnuna, og tí vil flokkurin ikki vita av eini uppboðssølu.

 

- Tað merkir sera ótryggar karmar, tí eingin kann gera nýíløgur. Vit fáa kanska nakrar silvurmyntir í landskassan. Men av royndum vita vit, at útlendingar við einum glastrevabáti keypa øll rættindini, og kunnu so loyva okkara fiskimonnum at fiska móti lítlum gjaldi.

 

- Okkara fiskivinna fær molarnar av útlendingaborði, og vinnan verður armað niður, staðfestir Jørgen Niclasen.

 

- Valið stendur millum tryggar karmar til okkara fiskivinnu ella útarming við uppboðssølu, leggur hann afturat.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at hann hevur bíðað síðani í vár eftir einum útspæli frá Sambandsflokkinum og Miðflokkinum.

 

Men nú verður arbeiðið fyri eini nýskipan á fiskivinnuøkinum tikið upp aftur, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

 

Sí fleiri myndir frá landsfundinum hjá Fólkaflokkinum við at TRÝSTA HER