Útlit fyri kava alla vikuna

Mynd: Ingi Sørensen

Eitt lágtrýst yvir Íslandi fer í ein eystan og fer leygardagin framvið beint norðan fyri Føroyar. Síðani streymar køld luft við ælum inn yvir Føroyar úr norðri.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og nógv æl, partvís vátaslettingur ella heglingur og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, men makar aftur út á náttina og verður andøvsgul upp í ein st´ruk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Kava- og vátaslettingsæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur og kavi og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, av útnyrðingi og norðri. Vátaslettings- og kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s, sum spakuliga makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin um dagin um 2 hitastig, um náttina beint undir frostmarkið.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin um dagin beint yvir frostmarkið og um náttina millum frostmarkið og 3 kuldastig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin um 2, 3 stig, um náttina millum 2 hitastig og 2 kuldastig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 2, 3 stig, um náttina millum 3 hitastig og 5 kuldastig.

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen