Útróðrarbátar 200 pund á stampin norðanfyri

Tað gongur væl við útróðrinum norðanfyri í løtuni og bátar, sum seta millum 40 og 50 stampar, fáa millum 6.000 og 10.000 pund av góðum toski á setuna.

Tað gongur væl við útróðrinum norðanfyri í løtuni og bátar, sum seta millum 40 og 50 stampar, fáa millum 6.000 og 10.000 pund av góðum toski á setuna.

 

Hetta eru bátar úr Sundalagnum, sum leggja veiðina upp á Bátafiski á Eiði. Teir, sum roynast drúgvastir, eru Gunnvá, Gortrúgvin, Luttur og Falkurin.

 

Í gjár og í dag hava hesir bátar ligið millum 6.000 og 10.000 pund á setuna, og tað er góð útróðrarveiða.

 

Av Eiði verður sagt, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum norðanfyri sum heild hevur verið góður í heyst. Veiðan hevur verið toskur og hýsa, men seinastu tíðina er nógv tann størsti parturin av veiðini toskur.

 

- Bátarnir hava eisini fingið væl av hýsu í heyst, men hetta er tíðin, tá tað vanliga minkar við hýsu, og toskurin tekur yvir. Toskurin er bæði stórur og feitur.

 

Allur útróðrarfiskurin, sum Bátafisk Eiði landar, verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, og latið verður rímilig væl at toskaprísinum í løtuni. 

 

- Toskur I og toskur II fór í morgun fyri 22 krónur fyri kilo, og toskur 4 fór fyri 14,50 krónur fyri kilo. Nøgdirnar av hýsu eru sum nevnt smáar í løtuni, men hýsan fór í morgun fyri 14,50 krónur fyri kilo.

 

Lagt verður aftrat, at bátarnir úr Sundalagnum fyri tað mesta royna norður úr Eiðisflógva, umleið einar seks fjórðingar úr landi.

 

Myndin er av útrórðarbátinum Gunnvá, sum í fleiri ár hevur ligið í oddinum innan føroyskan útróður, og myndina hava vit lænt frá sandportal.fo.