Útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap

Tað er langt síðan, at tey á Fiskamarknaði Føroya seinast søgdu, at útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap, men soleiðis verður sagt nú.

Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, og teir koma inn at landa mánadagin. Skipið hevur mest av blálongu, toski og svartkalva.

 

- Vit rokna við, at okkurt annað ísfiskalínuskip loysir í næstum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, sum hava gjørt sínar metingar um tilfeingið í næstu viku.

 

Trý frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, tvey eru á Føroyabanka, og fimm eru á ytri leið undir Føroyum.

 

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, og veðurforsøgnin er einki serlig.

 

- Tí vænta vit ikki, at tað verður nakar serligur útróður í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski. Sagt verður annars um útróðrarbátarnar, at teir nú hava brúkiligan fiskiskap.