Tað er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni, og sambært Fiskamarknaði Føroya kemur skipið inn at landa síðst í hesi vikuni.
Tvey frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, tvey fiska í Grønlandi, og trý frystilínuskip fiska á Íslandsrygginum.
- Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu, brosmu, blálongu og svartkalva.
Um útlitini til útróður hesa vikuna, verður sagt, at streymurin er rímiliga harður, men linkar spakuliga, sum vikan gongur.
- Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men seinni í vikuni sær ikki so gott út. Vit vænta tó hampiligan útróður fyrst í hesi vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, og fiskiskapurin er brúkiligur.