Útróðrarflotin skal ofrast fyri partrolararnar

Hasi uppskotini hjá Fólkaflokkinum um skattalætta og inntøkutrygd eru tað bera bóndafangarí. Eg fari ikki at atkvøða fyri teimum og heiti á løgtingsmenn um at fella tey, sigur Ingeborg Winther

Bæði Ingeborg Winther og Álvur Zachariassen halda, at uppskotið um minstavinning fer at forkoma útróðrinum, samstundis sum partrolaraflotin verður lívgaður.

Ingeborg Winther fer ikki at atkvøða fyri uppskotum Fólkafloksins um skattalætta og minstavinning. Og Álvur Zachariassen vil hava uppskotið um minstavinningin broytt, áðrenn hann tekur undir við tí.

Ingeborg Winther, sum umboðar Verkamannafylkingina í andstøðu í Løgtinginum, sigur, at tað er lívshættisligt, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin nú skulu til andstøðuna at gjara við sínum politikki.

Vit eru á veg beinleiðis í avgrundina, sigur Ingeborg Winther. Fólk mugu duga at síggja, hvat tað í veruleikanum er, Fólkaflokkurin vil við hasum uppskotinum um skattalætta.

Teir lova ein skattalætta, sum einki sum helst høpi er í. Tað kemur einki menniskja aftur til Føroyar eftir hasum 15% hjá Fólkaflokkinum, sigur Ingeborg Winther.

»Og hvør skal fíggja handan skattalættan?« spyr hon, og svarar sjálv:

»Tað skulu útróðrarmenninir, sum nú skulu av við 20 milliónir, sum John Petersen skal spara við sínum uppskoti um minstaforvinning.«

Ingeborg Winther, sum eisini er formaður í Føroya Arbeiðarafelag, hevur ongantíð dult fyri, at hon er í móti, at bara ein samfelagsbólkur fær skattalætta.

Hon vil fegin, at fiskimenninir fáa tað, men so skulu onnur eisini.

Hatta fer bara at seta kílar í millum løntakarar, heldur hon. Og tað fer at virka rættiliga skjótt og effektivt, um Fólkaflokkurin fær 28 milliónir í skattalætta til nakrar fiskimenn, meðan 20 milliónir samstundis verða tiknar frá minstavinninginum útróðrarmonnunum.

»Endamálið við hasum er at køva útróðrarflotan heilt, og so lata partrolararnar grópa allan grunnin,« sigur Ingeborg Winther.

Ingeborg Winther eftirlýsir einum skattalætta til allar teir arbeiðsmenninar, sum noyddust at rýma frá húsi og heimi - sum nógv mistu - undan kreppuni.

»Hvussu við teimum? Verður eingin skattalætti latin fyri at fáa tey fólkini heimaftur?« spyr hon.

Ingeborg Winther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag misti 2.000 limir orsakað av kreppuni, sum var.

Men sum við fiskimonnunum væntar hon kortini ikki, at fólk fara at koma aftur, bara tí ein landsstýrismaður egnir við 15% í skattalætta.

Fólk hava longu verið so mikið leingi burtur, at tey hava etablerað seg uttanlands, og har verða tey verðandi.

Handan gjaringin, sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin nú eru farnir undir fyri at fáa andstøðuatkvøður fyri sínum uppskotum, er farlig, sigur Ingeborg Winther.

»Eg taki ikki undir við hasum uppskotunum og vóni ikki, at aðrir tingmenn gera tað heldur. Tað hevði verið betri at fingið val nú,« sigur hon.

Heldur ikki Sjálvstýristingmaðurin í Norðuroyggjum, Álvur Zachariassen, tekur undir við uppskotinum hjá John Petersen í tí líki, tað fyriliggur.

Men hann vil virka við til at broyta tað soleiðis, at vit fáa eina betri skipan, sigur hann.

Álvur Zachariassen heldur, at landstýrismaðurin hevur lagt ov hart út, og at markið, tær 10.000 krónurnar, er ov høgt sett. Hann sigur, at hann vil virka fyri í Vinnunevndini, at uppskotið verður broytt. Fyrr enn uppskotið er komið aftur úr Vinnunevndini, vil hann einki siga um, hvat hann fer at atkvøða.

Annars er Álvur Zachariassen samdur við Ingeborg Winther í, at líkt er til, at útróðurin bara skal knúskast.

Hann heldur lítið um, at teir, sum troyta grunnin hart, skulu lívgast, meðan útróðrarmenninir skulu knúskast.

Álvur Zachariasssen sigur, at ætlanir eru frammi um at lata íløgustuðul aftur til partrolararnar.

Og tað fær hann ikki at hanga saman við, at takast skal frá útróðrarmonnunum tað, nógvir teirra hava at líta á.

»Tað er í øllum førum eitt mál, eg ætli mær at hyggja nærri at,« sigur Álvur Zachariassen, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins í Norðoyggjum.