Útsett á Svangaskarði

Vánalig líkindi bera við sær, at dysturin á Svangaskarði er útsettur til klokkan 18

Í løtuni eru ikki líkindi at spæla fótbólt á Svangaskarði. Eiler Rasmussen er dómari á Svangaskarði, har B68 hevur vitjan av EB/Streymi.

 

Av tí at tað er nógvur lágættarvindur er avgerð tikin um, at dysturin, sum skuldi vera klokkan 15, er útsettur til klokkan 18. Tá verður vónað, at líkindini vera betri, enn tey eru í løtuni.

 

 

 

B68 – EB/Streymur kl. 18.00

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Hjalti Strømsten, Aron Reinert Hansen – Karstin Clementsen, Ragnar Samuelsen, Bárður ò. Jensen  – Hanus Højgaard, Brian Jakobsen, Jóhan Josephsen

 

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen – Mattias Blårud, Emil Weihe Joensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Jóhann Hansson Joensen – Jens Erik Bruhn, Filip Djordjevic, Boubacar Dabo