Uttan Samuel í verjuni hevur SJK tapt tveir dystir á rað

Samuel Chukwudi er úttikin til A-landsliðshópin

Verjuleikarin, Samuel Chukwudi er úttikin til A-landsliðshópin, ið møtir Georgia á útivølli hósdagin 5. juni, og Gibraltar á Tórsvølli 9. juni.

 

Samuel hevur tó ikki verið við í hópinum hjá liði sínum SJK Seinäjoki í bestu finsku fótbóltsdeildini í tveimum teimum seinastu dystunum. Hann mátti av vøllinum í triðseinasta dystinum hjá SJK, ið var móti Gnistan tann 16. mai. Men vánirnar fyri, at hann er klárur aftur til landsliðsuppgávurnar eru góðar. 

 

Og tað hevur gingið stak illa hjá SJK uttan Samuel í verjuni. 

 

Farna týskvøld tapti SJK á útivølli 2-4 fyri HJK Helsinki, og ígjár tapti SJK á heimavølli 0-1 fyri Inter Turku. 

 

SJK er nummar seks í deildini við seks stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, KuPs sum hevur 22 stig.

 

Tað er sera týðandi hjá SJK at enda millum seks tey ovastu liðini aftaná lokið grundspæl. Seks tey ovastu liðini kappast um meistaraheitið í ovara endaspælinum, meðan seks tey niðastu liðini kappast um at sleppa undan niðurflyting til næstbestu deildina.