- Uttanfyri alt sømuligt mark

Hevur kært løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum.

John Rajani hevur kært handfaringina av setanina av nýggjum aðalstjóra til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið til Løgtingsins Umboðsmaður. Umsøkjarin metir nevniliga, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hava handlað uttanfyri alt sømuligt mark.


- Tað er mín meting, at handfaringin av hesum máli hevur verið uttanfyri alt sømuligt mark, og langt uttan fyri tað, sum er loyvt í einum rættarsamfelag sum Føroyar, skrivar John Rajani í kæruni til Løgtings Umboðsmann.


Talan er um eina drúgva kæru við 33 punktum á fýra síðum, har John Rajani millum annað leggur dent á, at ein starvssetan í aðalráðnum er ein fyrisitingarlig avgerð og ikki ein politisk avgerð.