Uttanríkisdeildir avdúkað mál og mið

Hóast Uttanríkisráðið hevur verið til í nærum tvey ár, so var tað ikki fyrr enn í gjár gjørligt hjá almenninginum at vita, hvat tær seks ymisku deildirnar í ráðnum gera

Uttanríkisráðið hevur verið undir luppinum hjá miðlunum seinastu vikurnar, og nú er líkt til, at ráðið roynir at rudda eitt sindur upp, tí nú er heimasíðan dagførd, soleiðis, at tað ber til at síggja

Tað var 18. septembur, at Sosialurin ynskti at vita, hvørjar arbeiðsuppgávurnar hjá deildunum í Uttanríkisráðnum eru.

Onki svar kom, og seks dagar spurdi blaðið umaftur.

Nú kom svar sama dag.

Upplýst var, at ongi almenn skjøl vóru fyri uppgávurnar hjá ymisku deildunum, men hetta skuldi vera greitt áðrenn 1. oktobur, og tá skuldi teksturin leggjast á heimasíðuna hjá ráðnum.

Í gjár komu so hesir upplýsingar, so nú ber til at vita, hvør hevur ábyrgd av hvørjum í Uttanríkisráðnum.


Teldur taka tíð

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, staðfestir, at orsøkin til, at ongi almenn skjøl vóru fyri arbeiðsuppgávur í ráðnum er, at ein samanlegging var gjørd millum Samvit og Uttanríkisráðið.

– Áðrenn vit løgdu saman var greitt tilskilað, hvør deild hevði hvørja ábyrgd. Síðan samanleggingina hava vit roynt at hava starvsfólkini við, soleiðis, at býtið bleiv gjørt so rætt sum gjørligt. Vit hava jú skorið frá sjey deildum til seks, men allar uppgávurnar skulu røkjast.

Uttanríkisráðharrin leggur afturat, at orsøkin til, at upplýsingarnir ikki vóru teldutøkir er, at tað tekur sína tíð at gera ymiskt við teldum. Men tá teldurnar eru komnar at virka, so riggar væl.