Útvið 10 kilo av hashi funnin í persónbili í Havn

Trý fólk eru handtikin.

Eitt felags átak hjá Føroya Politi og TAKS førdi í gjárkvøldið til, at 10 kg av hashi vóru funnin í einum persónbili í Havn.

 

Fólkini, ein maður og ein kvinna, sum vóru í bilinum, vóru handtikin.

 

Handtøkan førdi við sær, at ein maður afturat varð handtikin umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum.

 

Øll trý fólkini vóru av ákæruvaldinum framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti seinnapartin í dag.

 

(Kelda: Føroya politi á politi.fo)