Manshondbóltur
Hesum syrgdu VÍF fyri við 99% vissu, tá teir sum fyrsta liðið endaðu grundspælið hjá monnum. Sigurin merkir fyri VÍF, at teir enda grundspælið við 17 stigum, og tó at Neistin og StÍF kunnu koma upp á 18 stig, so hava tey langt ífrá eins góðan málmun sum VÍF, og málini standa eftir, tá farið verður undir endaspælið.
Ongin mótverja
Í Runavíkini var annars ongan tíð nakar sum helst ivi um, hvat liðið var tað sterkara. Eins og í Vestmanna í fyrra dystinum, so rendi Tjaldur seg alt fyri eitt í eitt satt ódnarverður, og tá vanligi málverjin framvegis hevur leikbann, so var heldur eingin at fremja ómøguligu bjargingarnar, sum skuldu til, um liðið skuldi koma bara so nøkunlunda heilskapað úr dystinum.
Og so gekk alt soleiðis á leið, sum ein kundi rokna við. Hóast teir í longum løttum taka sær meira ella minni av løttum, so øktu vestmenningarnir bara um leiðsluna, soleiðis at munurin var 14 mál, tá alt var liðugt. Við hesum kemur samlaði málmunurin hjá VÍF upp á 80 mál. Júst tað tvífalda av málmuninum hjá StÍF, og tað er so nokk ikki nakað, sum verður tikið aftur við einum einstøkum dysti, so vestmenningar kunnu longu fyrireika seg til heitið sum oddalið.
Í Tjaldrinum er tað meira hin endin av stigatalvuni, sum hyggjast skal at. Í løtuni eru runavíkingar saman við hoyvíkingum isoleraðir í botninum við fýra stig fyri 11 dysir, og júst hesi bæði liðini hittast í seinasta dystinum í grundspælinum.
Dysturin í tølum
Tjaldur-VÍF 20-34 (10-19)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 8, Jens Martin Knudsen 6, Trúgvi Mortensen 2, Áki L. Hansen 2, Tórhallur Thomsen 1, Ken Børentsen 1
VÍF:
Áki Olsen 11, John Zachariasen 7, Ingi Olsen 5(1), Ólavur Brimnes 3, Agnar Joensen 3, Áki G. Olsen 2, Regin Didriksen 1, Petur Fr. Joensen 1(1), Fríðbjørn Seloy 1
Brotskøst: Tjaldur 1, VÍF 2
Útvísingar: Tjaldru 1, VÍF 2
Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.