VÍF er fjórða og seinasta liðið, sum hevur tryggja sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum. Teir vunnu í kvøld 42-24 á næst besta liðnum hjá Neistanum.
Hernrik Gerster fekk sín fyrsta sigur sum venjari hjá VÍF, tá teir uttan stórvegis trupulleikar vunnu á Neistanum, sum valdi at brúka fyrsta liðið í dystinum móti H71 týskvøldið.
Tað var tíðliga greitt, at VÍF fór at vinna sær seinasta hálvfinalu atgongumerki. Tá átta minuttir vóru spældir var heimaliðið longu á odda 7-1. Støðan í hálvleikinum var heili 25-8.
Neistin megnaði at minka um munin í fyrru hálvu av seinna hálvleiki, men tá eitt kortervar eftir, tók VÍF yvir aftur og skorað níggju mál upp í slag.
VÍF er nú í hálvfinaluni saman við H71, StÍF og KÍF. Lutakastið til hálvfinalurnar verður í annaðkvøld.
Coca Cola Cup steypakappingin menn fjórðingsfinalur
H71 Neisitin 27-25(Eftir umdyst)
Team Klaksvík StÍF 20-31
KÍF Kyndil 34-26
VÍF Neistin 42-24