VÍF heldur fast um oddasessin

VÍF tryggjaði sær tvey týdningarmikil stig, tá Kyndil sunnudagin kom á vitjan. Við sigrinum eru vestmenningar framvegis á odda í landskappingini

VÍF-Kyndil 28-26 (11-14)


Hóast tað bert var annað liðið, sum hevði føroyameistaraheitið at spæla fyri, so var spenningurin undan dystinum sunnudagin stórur.

VÍF hevur stóran part av kappingarárinum verið á odda í bestu mansdeildini, og hóast tað ikki hevur gingist Kyndli eins væl, so hava teir fleiri ferðir prógvað, at einki av oddaliðunum skal vænta sær ein lættan dyst, tá Kyndil er mótstøðuliðið.


Eingin lættur dystur

Tað gjørdist eisini rættuliga tíðliga greitt, at VÍF so avgjørt ikki skuldi vænta sær nakran lættan dyst sunnudagin, tí so at siga allan fyrra hálvleik var tað Kyndil, sum hevði leiðsluna.

Rættuliga tíðliga gjørdu teir av at mansverja Inga Olsen, og hetta darvaði spælinum hjá heimaliðinum rættuliga nógv. Harumframt stóð Lars Winther sera væl í málinum, har hann fleiri ferðir bjargaði, tá vestmenningar høvdu leikt seg ígjøgnum verjuna.

Eitt skifti var Kyndil eisini á odda við fimm málum, men stutt fyri steðgin megnaði VÍF at minkað um munin.

Merkisvert er annars, at Rógvi Nielsen nú rættuliga tykist vera komin fyri seg, eftir at hann meginpartin av árinum hevur verið úti við skaða. Einki er at ivast í, at vestmenningar eru sera fegnir um hetta, og tað var eisini sjónligt, at hetta gjørdi góðan mun hjá vestmenningunum.


VÍF kom í gongd

Seinna umfarið byrjaðu teir, har teir sleptur fyri steðgin, og støðugt minkaðu teir um munin. Onkursvegna hevði Kyndil nú slept mansverjuni av Inga, og hetta gjørdi helst eisini sítt til, at spælið hjá vestmenningum nú riggaði betur.

Skotroyndirnar vóru nú eisini neyvari, soleiðis at Lars ikki fekk fatur á eins nógvum, og tá hálvleikurin var hálvrunnin, hevði tað eydnast vestmenningum at vunnið seg fram um kyndilsliðið.

Kyndilsliðið tóktist eisini vera darvað av, at vestmenningarnir nú mansvardu spælskiparan, Jacob Jónsson. Í øllum førum gekk spæl teirra als ikki eins væl, og tað hevði gjørt í fyrra hálvleiki.

Einasti kyndilsleikari, sum veruliga gjørdi um seg hesa løtuna, var Hans Áki, tá hann ferð eftir ferð breyt ígjøgnum frá veinginum.

Kyndil fekk tó so við og við betur tak á spælið, men kortini megnaðu vestmenningar alla tíðina at halda seg framman fyri.

Tá fimm minuttir vóru eftir at leika, øktu vestmenningar upp í trý mál, men tá Sámal løtu seinni varð útvístur, megnaðu kyndilsmenninir at minkað munin niður í eitt mál.

Seinasta orðið var tó ikki sagt, og við seinasta málinum í dystinum, kundi Agnar Joensen tryggja vestmenningum sigurin.


Manglaðu tað síðsta

Kanska var munurin á liðunum báðum tann, at Kyndil sum so einki hevði at spæla fyri, at teir tískil ikki góvu seg tað lítla petti eyka, sum ofta er avgerandi fyri slíkar dystir.

Ikki tí, dysturin millum hesi bæði liðini er jú stóri klassikarin í føroyskum hondbólti, og tað er einki at ivast í, at kyndilsleikararnir heldur enn gjarna vildu vinna dystin. Tað er tó munur á, tá annað liðið hevur FM-heitið at berjast fyri, meðan hitt bert stríðist fyri æruni.

Vestmenningar hava nú tveir dystir eftir, og við sigrinum sunnudagin, kunnu teir framhaldandi sjálvir gera av, um tað skal eydnast teimum at vinna FM-heitið aftur. Taln er tó als ikki um nakrar lættar dystir, sum teir hava eftir, tí talan er um hinar báðar biðlarnar, StÍF og Neistan.

Hvussu hesir dystir fara at spæla av, er sjálvsagt ilt at siga, men roknast kann við, at tað verður dagsformurin og teir væl kendu smáu mariginalarnir, sum fara at gera av, hvør kann kalla seg føroyameistara komandi árið.

Sum nevnt, so hevur Kyndil nú bert æruna at spæla fyri, men væntast kann tó, at eisini teir hava nakað at siga, tá avgerðin skal fella um FM-heitið. Seinasta leikumfar skulu teir á útivølli royna seg móti StÍF, og møguliga eru strandingar tá framvegis partur í gullstríðnum.

Seinasta ár fall avgerðin um FM-heitið í júst hesum dysti, og soleiðis kann eisini gerast í ár.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Sámal Joensen 7 (1), Agnar Joensen 6 (1), Ingi Olsen 5 (2), Johnny Joensen 4, Harald Bjørgvin 3, Rógvi Nielsen 2, Martin Hummeland 1

Kyndil: Jacob Jónsson 8 (5), Hans Áki Dahl Christiansen 7, Rúni Poulsen 4, Bjarni Wardum 4, Janus Einar Sørensen 2, Regin M. Petersen 1

Brotskøst:

VÍF 7, Kyndil 7

Útvísingar:

VÍF 3, Kyndil 3

Dómarar úr Neistanum:

Hjalmar Petersen og Kristian Johansen