VÍF kann hevna seg

Tað er av álvara trongligt í toppinum av Atlantic Airways-kappingini í hondbólti.

Fimm lið hava møguleikan at røkka FM-finaluni, og av hesum er VÍF heilt greitt liðið við bestu kortunum. Vestmenningar taptu fyri viku síðani steypafinaluna móti StÍF, og í dag er júst StÍF mótstøðuliðið.

Saman við Kyndli og KÍF hava strandingar 11 stig á einum jøvnum øðrum plássi, og tí er tørvurin á stigunum størri, enn hann er tað hjá VÍF, sum hevur 14 stig.

Við 9 stigum hevur Neistin eisini møguleika at røkka finaluni, og tí er sigurin serstakliga týdningarmikil hjá teimum, tá teir í dag vitja í Kollafirði. Seinasti dysturin verður í Havn, har Kyndil tekur móti H71. H71 hevur sum einasta liðið í deildini mist sín møguleika at røkka finaluplássinum.

Allir mansdystirnir byrja klokkan 16.