VÍF skal koma yvir steypatapið

VÍF hevur havt takið á strandingum í Atlantic Airways kappingini í ár, men nú er spurningurin, hvussu finalan í steypakappingini fer at ávirka partarnar undan dystinum sunnudagin

UPPTAKT

StÍF og VÍF hava verið tey bæði liðini, sum fyrst og fremst hava mynda oddin í bestu mansdeildini í hondbólti í ár. Í at kalla alt ár hava esi bæði ligið og kappast um oddasessin, men síðstu tíðina hava vestmenningar verið heldur oman á.
Eisini í steypakappingini komu hesi bæði liðini longst. Seinasta vikuskiftið møttust tey nevniliga í finaluni. Her førdi VÍF at kalla allan vegin, men síðstu løtuna av dystinum vísti StÍF sína sonnu steypastyrki, og fyri sættu ferð í sjey ár eydnaðist StÍF at vinna finaluna í steypakappingini.
Nú er spurningurin, um finalan í Coca Cola-kappingini fer at ávirka dystin sunnudagin. Eitt er tó greitt undan dystinum. Vinnur VÍF, so byrja teir veruliga at nærkast einum plássi í finaluni um meistaraheitið.

VÍF verið oman á
Einki er at ivast í, at VÍF hevur havt takið á standingum í ár. StÍF hevur enn ikki roynt at vunnið á vestmenningum í landskappingini, og einastu ferð teir hava vunnið á vestmenningum var sum øllum kunnugt seinasta vikuskiftið í steypafinaluna.
Fyrsti dysturin ímillum liðini var í grundspælinum, tá StÍF tók ímóti VÍF. Hesin dysturin gjørdist sera spennandi, og at enda samdust liðini eisini um javnleikin.
Seinni dysturin í grundspælinum gjørdist ikki so spennandi. Í Vestmanna førdi VÍF at kalla allan vegin, og at enda vunnu teir eisini við trimum málum.
Var munurin lítil í dystunum í grundspælinum, so var hinvegin stórur munur, tá liðini møttust í fyrsta umfari í endaspælinum. Hesin dysturin var í Vestmanna, og her lat VÍF ongantíð nakran iva vera um, hvat var betra liðið. Teir vunnu við sjey, og við sigrinum løgdu teir stóran avstand niður til hini liðini í kappingini.
Endaspælið hevur tó lagað seg soleiðis, at munurin frá VÍF niður til trý tey næstu liðini bert er trý stig, so tapir VÍF, so er bert eitt stig niður til StÍF, samstundis sum munurin niður til Kyndil og KÍF eisini kann gerast eitt stig, um tey vinna sínar dystir.