VÍF skal prógva seg

Eftir venjaraskiftið tykist tað av álvara at vera sannleikans tími, tá VÍF vitjar hjá Neistanum sunnudagin

Hondbóltur

Vegirnir hjá Jónleifi Sólsker og VÍF skiltust, eftir at VÍF fyri tveimum vikum síðani fekk av at vita frá grannunum í Kollafirði.
Sum støðan er á stigatalvuni, so er neyvan ráðiligt hjá VÍF at missa serliga nógv stig afturat, um teir vilja vinna seg av botnsessinum, og í so máta kann tað verða tað sama, um mótstøðan eitur Neistin ella nakað annað. Og so mugu teir í VÍF bara vóna, at tað kann bera ein fyrimun við sær, at Neistin seinasta vikuskiftið vann steypakappingina.
Á Skála hevur StÍF víst framstig seinastu dystirnar, og nú Kyndil vitjar, skulu strandingarnir av sonnum prógva, at teir eisini eru førir fyri at fáa tvey stig fyri ómakin. Nakað sum teir ikki hava roynt seinastu tríggjar mánaðirnar.
Triði dysturin hetta vikuskiftið verður í Kollafirði, har KÍF og H71 dystast í einum dysti, sum væl kann verða avgerandi í kapprenningini um finaluplássið.