Hondbóltur
Eins og væntað, so hevði VÍF ongar trupulleikar av at basa Tjaldrinum í seinasta dystinum undan endaspælinu.
Úrslitið gjørdist 31-11, og tað at Tjaldur bert fekk trý mál seinna hálvleikin staðfestir helst, at talan ongantíð varð um nakran veruliga dyst millum liðini bæði.
Við sigrinum tryggjaði VÍF sær, at tær nú hava gjørt monnunum kynstrið eftir, og fara í endaspælið við 12 stigum, sum er fult stigatal
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rapa 8(3), Sóleyð Mikkelsen 6, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 6, Nicoleta Radu 5, Jacklin Durhuus 4(1), Fríða Marjunardóttir 2
Tjaldur: Beinta Joensen 6, Melitza Ergic 2, Mona Langgaard 2, Ann Mari Østerø 1
Brotskøst: VÍF 4, Tjaldur 2
Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur 6
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen