Vága Floghavn letur nú verandi frakthøll til Vága Bjargingarfelag
Verandi frakthøll kemur at standa í vegin fyri nýggju farstøð verkætlanini, og tískil er neyðugt at taka høllina burtur.
Arbeiðið er byrjað og verður eftir ætlan liðugt, ein av komandi døgunum.
Vága Floghavn hevur givið Vága Bjargingarfelag høllina, sum stendur fyri at taka høllina niður.
Høllin verður sett upp á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs Kommunu, har Vága Bjargingarfelag hevur ætlanir um savna virksemi sítt.