Um tríggjar vikur gevur Kaupthing út nýgg lánsbrøv. Og lánsbrøvini eru ikki bara nýggj. Tey eru eisini nýskapandi.
Vanliga er tað soleiðis við lánsbrøvum, at hesi hava eina fasta rentu, sum gjarna er nakað yvir tí, sum bankarnir vanliga bjóða á innlánskontum. Samstundis ger fasta rentan tó, at vinningurin ongantíð gerst so lokkandi stórur, sum hann kann gerast við partabrøvum.
Við lánsbrøvum er tó ikki vandi fyri beinleiðis peningamiss, og tí verða hesi ofta nýtt sum tann trygga íløgan, tá tosað verður um keyp og sølu av virðisbrøvum.
Bonus uttan vága
Nýggju lánsbrøvini frá Kaupthing eru tó skipað eitt sindur øðrvísi. Rentuavkastið av hesum er nevnliga beinleiðis tengt at, hvussu gongdin á partabrævamarknaðinum er.
Yvir tey trý árini, sum lánsbrøvini eru í gildi, verður rentan av hesum nevnliga 75% av hækkingini á Dow Jones vísitalinum. Hetta vísitalið vísir gongdina í europeiska virðisbrævamarknaðinum, og umboðar tað gongdina í partabrøvunum hjá 50 av teimum heilt stóru fyritøkunum í Europa. At keypa nýggju lánsbrøvini svarar tí til at keypa partabrøv, tó við tí týdningarmikla muninum, at íløgan er tryggjað.
Tað vil siga, at um vísitali yvir hesi trý árini hækkar t.d. 40%, so verður avkastið til lánsbrøvini tríggjar fjórðingar av hesum. Altso 30% yvir trý ár, og tað er nú ikki so galið avkast. Tað er tó sett eitt ovara mark fyri avkastinum, soleiðis at íleggjarin ikki kemur at fáa meira enn 50% í rentu yvir hesi trý árini. Men skuldi tað verið talan um slíka rentu, so munnu flestu íleggjaranrir tó vera nøgdir kortini.
Og lánsbrøvini verða heilt áhugaverd, tá tað samstundis verður latið trygd fyri, at tey ikki fella í virði. Tað vil siga, at um talan er um eina negativa gongd á europeisku virðisbrævamarknaðinum yvir hesi trý árini, so fær íleggjarin framvegis fulla innskotið aftur.
Nýggju lánsbrøvini verða send á marknaðin tann 21. juni
-jm